
Dómsnevnd
Kunning til limir í dómsnevndini

Um FBV dómsnevndina
Dómsnevndin hjá FBV er sett saman av framúrskarandi einstaklingum úr akademiska og almenna umhvørvinum og føroyska vinnulívinum. Týðandi leikluturin hjá dómsnevndini er, at tilnevna og kjósa bestu føroysku vørumerkini á hvørjum ári. Dómsnevndin tilnevnir tey vørumerki, sum eftir teirra tykki hava skarað framúr farna árið. Tilnevndu vørumerkini fara síðani gjøgnum FBV tilgongdina, og dómsnevndin velur síðani tað sterkasta vørumerkið í hvørjum flokki.
Uppgávan hjá dómsnevndini er í tveimum:
2. VIÐGERÐ OG DØMING
Tilnevndu vørumerkini lata inn vørumerkjalýsing og brandr vísitalið verður gjørt millum teirra kundar. Dómsnevndin lesur vørumerkjalýsingarnar og gevur ummæli sambært brandr eftirmetingarskjalinum. Hvør limur lesur 2-4 vørumerkjalýsingar og tekur tað umleið 20-30 minuttir at viðgera hvørja lýsing.
Freist fyri innlating av ummælum er mikudagin 15. januar 2025.
1. UPPSKOT
Limir í dómsnevndini skjóta upp tey vørumerki, sum tey halda hava skarað framúr í farna árinum. Tilnevningar eru í trimum flokkum (sí flokkar niðanfyri).
Freist fyri innlating av uppskotum er sunnudagin 10. novembur.
Í døgunum 11.-14. novembur verður dómsnevndin býtt í bólkar og innkomin uppskot verða viðgjørd á talgildum fundi.


1.
Einstaklingamarknaður
Starvsfólk -24
Allar fyritøkur við 24 ella færri starvsfólkum, sum selja privatbrúkarum vørur og tænastur.
2.
Einstaklingamarknaður
Starvsfólk 25+
Allar fyritøkur við 25 ella fleiri starvsfólkum, sum selja privatbrúkarum vørur og tænastur.
3.
Fyritøkumarknaður
Allar fyritøkur, sum selja øðrum fyritøkum vørur og tænastur.
Viðurkenningar í trimum flokkum

Soleiðis finna vit Føroya bestu vørumerki
Við at velja Føroya bestu vørumerki, ynskir brandr at varpa ljós á týdningin og virðið av eini væl grunaðari vørumerkjastrategi. Tilgongdin til at finna bestu vørumerkini byggir á bæði akademiskar og verkligar metingar umframt meiningina hjá almenninginum um føroysk vørumerki.
1. UPPSKOT
Uppskot um vørumerki frá dómsnevndini og almenninginum verða savnað
2. TILNEVNINGAR
Endaligi listin við tilnevndum fyritøkum verður kunngjørdur
3. LÝSING AV VØRUMERKJUM
Tilnevndu fyritøkur senda inn vørumerkjaframløgu sambært vegleiðing frá brandr
4. BRANDR VÍSITALIÐ
Kanning, sum mátar styrkina á vørumerkinum á vísindaligan og sambærligan hátt, verður send til kundar hjá tilnevndu vørumerkjum
5. ALMENN SPURNARKANNING
Spyr-kanning millum føroyska almenningin verður gjørd um tilnevndu vørumerkini
6. VIÐGERÐ
Dómsnevndin ger av, hvussu væl vørumerkini og teirra marknaðarstøða eru lýst út frá kanningum og ummælum og kjósar tey bestu vørumerkini
7. VIÐURKENNING
Heiðurslønir verða latnar fyri besta føroyska vørumerkið í hvørjum av teimum trimum bólkunum
FBV tilgongdin
Dómsnevndin fyri FBV24

Alexandra á Dul
Stjóri
Klaksvíkar sjúkrahús

Anna Eystberg Hofgaard
Marknaðarleiðari
Betri Banki

Arina Bischoff
Søluleiðari
Posta

Beinta Joensen
Produkt & Marknaðarleiðari
62N

Ben Arabo
Stjóri
Framtak

Christian Joensen
Rektari
Miðnám á Kambsdali

Diana Gilstón
Deildarleiðari
TAKS

Durita Hansen
Samskifti
Talgildu Føroyar

Durita Tausen
Forkvinna
Krabbameinsfelagið

Dánjal Samuelsen
Samferðsluleiðari
Strandferðslan

Erika Anne Hayfield
Dekanur, Ph.d., lektari í samfelagsvísindum
Fróðskaparsetur Føroya

Esther Dahl
HR og marknaðarføring
Faroeship

Eyðun Eliasen
Eigari
EYA

Finn Jensen
Dekanur fyri Hægri nám
Glasir

Finnur Klein
Deildarleiðari
Norðoya Sparikassi

Glenn Larsen
Head of Music Export
Faroe Music Export

Halla Nolsøe Poulsen
Stjóri
NORA

Ivan Hentze Niclasen
Kringvarp Føroya

Josef Abrahamsen
Marknaðarleiðari
Damfar

Jónhild Rasmussen
Kundastjóri
Betri Trygging

Jórun Gardar
Varastjóri/ráðgevi
Vinnuhúsið

Levi Hanssen
Brand- og marknaðarleiðari
Hiddenfjord

Magnus Pauli West
Trivnaðarleiðari
Vágs Kommuna

Marjun Niclasen
Stjóri
Filmshúsið

Poula Michelsen
Nevndarforkvinna
Poul Michelsen

Rebekka Danielsen
HR- og marknaðarleiðari
Effo

Regin W. Dalsgaard
Stjóri
Tjarnir

Rúna N. Rasmussen
Marknaðarleiðari & Investor Relations
Føroya Banki

Rúni Djurhuus
Stjóri
Wenzel

Sissal Kristiansen
Eigari
Shisa Brand

Sóley Heradóttir Hammer
Leiðari
Hugskotið

Sølvi Simonarson
Ráðgevi og samskipari
Vága Kommuna

Tordis á Rógvi Biskupstø
Stjóri
Visit Torshavn

Áki Vang Poulsen
Retail - og marknaðarstjóri
Magn

Ólavur Ellefsen
Stjóri
Flowcore
Her sært tú tey framúrskarandi fólkini, sum sita í dómsnevndini fyri Føroya bestu vørumerki 2024.