top of page
brandr logo skrift FO wht_edited.png
Fyrilestrar.png

28. februar 2025 vórðu Føroya bestu vørumerki kosin fyri fyrstu ferð. Í framúrskarandi kørmum Við Tjarnir heiðraðu vit trý framúrskarandi vørumerki, sum hava vunnið eitt heilt serligt pláss í okkara hugaheimi.

Tryggja tær pláss til FBV24

​Fyrilestrar, íblástur, heiðurslønir, netverkan, bløðrur & bitar
 

Á tiltakinum kjósa og heiðra vit Føroya bestu vørumerki í trimum flokkum, spennandi fyrilestrar vera við altjóða og heimligum branding serfrøðingum umframt sofaprát um branding. Eisini bjóða vit okkurt gott í glasið og leskiligt ábit og møguleiki verður at síggja stásiligu stórhøllina Við Tjarnir. Ein einastandandi møguleiki at fáa íblástur frá bestu føroysku vørumerkjum og dugnaligum serfrøðingum og at hitta onnur við brennandi áhuga fyri branding og starvsfólkabranding.

Tiltakið er ætlað øllum sum fáast við branding, marknaðarføring, sølu, kundatænastu, vørumenning, HR, starvsfólkabranding og leiðslu og menning av fyritøkum og vørumerkjum sum heild.  

Kl. 13:00 – Vælkomin. Vit bjóða okkurt leskiligt og tit kunnu uppliva stásligu stórhøllina og vakra útsýnið
Kl. 13:30 – Fyrilestrar

Kl. 14:40 - Støðgur

Kl 15:00 - Sofaprát um branding

Kl. 15:30 - Føroya bestu vørumerki 2024 verða kosin og prát við vinnararnar

Kl. 16:00 - Liðugt

Fyrilestrar

fridrik.jpg

Branding á botnlinjuni
Dr. Fridrik Larsen, brandr Global

Eitt sterkt vørumerki økir virðið hjá fyritøkuni og sæst beinleiðis aftur á botnlinjuni. Branding skapar álit og kundatrúfesti, sum kann geva fyritøkuni størri inntøkur og lægri marknaðarkostnaðir. Eitt sterkt vørumerki ger eisini fyritøkuna meira spennandi hjá bæði starvsfólkum og íleggjarum. Í síðsta enda er branding ein strategisk íløga, sum styrkir fíggjarligu úrslitini og skapar ein varandi kappingarfyrimun.

Vørumerki eru mest týðandi immateriellu ognir hjá fyritøkum. Kortini vera tey ikki altíð handfarin samsvarandi hesum. Í síni framløgu tosar Friðrik Larsen út frá sínum drúgvu royndum úr vinnulívinum og egnari gransking um, hví tað er umráðandi, at branding eigur fast pláss á dagsskránni hjá bæði stjórum og fíggjarleiðarum.
 

Friðrik Larsen hevur kandidatútbúgving í sálarfrøði og búskaparfrøði, masterútbúgving í marknaðarføring og er harumframt doktari í branding. Umframt at vera stovnari av Brandr er hann adjunktur á Háskóla Islands, har hann undirvísir í marknaðarlærugreinum.

Runa Rasmussen_edited.jpg

Starvsfólkabranding: Lykilin til bestu førleikarnar

Rúna Niclasardóttir Rasmussen, marknaðarleiðari & Investor Relations hjá Føroya Banka

Í dagsins samfelag eru tað ikki longur løn og tryggleiki, ið telja mest. Starvsfólk hava alsamt størri og fjølbroyttari væntanir til arbeiðsplássið, og hesum mugu arbeiðspláss leggja upp fyri, um tey vilja hava røttu fólkini.

Starvsfólkabranding er lykilin til at draga til sín og varðveita tey røttu starvsfólkini. Eitt sterkt starvsfólkabrand skapar trúskap mótvegis arbeiðsplássinum, styrkir umdømið og skapar eina sterka atdráttarmegi. Og tey bestu starvsfólkini eru avgerandi fyri menning og kappingarføri hjá eini og hvørjari fyritøku.

Rúna Niclasardóttir Rasmussen er útbúgvin innan samskifti og er marknaðarleiðari í Føroya Banka-samtakinum við ábyrgd av samskifti, marknaðarføring, Investor Relations og burðardygd.

ottar_edited.jpg

Úrslit við greiðari visjón

Óttar Örn Sigurbergsson​​​​, stjóri hjá Elko

 ​
Hvussu kundu strategi og íverksetan broyta mentanina og atferðina hjá ELKO, ið er marknaðarleiðari innan elektronikk í Íslandi?

Hoyr ​Óttar Örn Sigurbergsson ​fortelja um spennandi ferðina hjá ELKO og um, hvussu ELKO megnaði at røkka síni visjón um at hava glaðastu kundar í Íslandi. ​
ELKO setti sær eina greiða strategi við eini 5-ára framtíðarvisjón. Tilgongdin fevndi um allan starvsfólkahópin og førdi til týðandi broytingar í felagnum, sum lyftu tøl og úrslit upp á eitt heilt nýtt støði. ​

Óttar Örn Sigurbergsson ​byrjaði í ​ELKO ​í 2004 sum sølufólk og hevur síðani flutt seg frá innkeypi til sølustýring og leiðslu til hann í 2022 tók við sum stjóri í felagnum. Við sínum drúgvu royndum í øllum liðum av virkseminum hevur hann havt ein týðandi leiklut í strategisku menningini hjá ELKO.

brandr.is_forsidubanner-scaled.gif

Viðurkenningar í trimum flokkum

1.

Einstaklingamarknaður

Starvsfólk -24

Allar fyritøkur við 24 ella færri starvsfólkum, sum selja privatbrúkarum vørur og tænastur.

2.

Einstaklingamarknaður

Starvsfólk 25+

Allar fyritøkur við 25 ella fleiri starvsfólkum, sum selja privatbrúkarum vørur og tænastur.

3.

Fyritøkumarknaður 

Allar fyritøkur, sum selja øðrum fyritøkum vørur og tænastur.

5.png

EINSTAKLINGAMARKNAÐUR
24 ELLA FÆRRI STARVSFÓLK

2
6.png

EINSTAKLINGAMARKNAÐUR
25 ELLA FLEIRI STARVSFÓLK

1.png
4.png

FYRITØKUMARKNAÐUR

3.png

Sofaprát

allan_edited.png

Allan Dalsgarð

brandr

gunnar_edited.jpg

Gunnar Nielsen

Effo

guðrið-højgaard_edited.jpg

Guðrið Højgaard

Visit Faroe Islands

eiler_edited.jpg

Eiler Fagraklett

Krás

Dómsnevndin fyri FBV24

oe.jpg

Alexandra á Dul

Stjóri

Klaksvíkar sjúkrahús

oe.jpg

Anna Eystberg Hofgaard

Marknaðarleiðari

Betri Banki

oe.jpg

Arina Bischoff

Søluleiðari

Posta

oe.jpg

Beinta Joensen

Produkt & Marknaðarleiðari

62N

oe.jpg

Ben Arabo

Stjóri

Framtak

oe.jpg

Christian Joensen

Rektari

Miðnám á Kambsdali

oe.jpg

Diana Gilstón

Deildarleiðari

TAKS

oe.jpg

Durita Hansen

Samskifti

Talgildu Føroyar

oe.jpg

Durita Tausen

Forkvinna

Krabbameinsfelagið

oe.jpg

Dánjal Samuelsen

Samferðsluleiðari

Strandferðslan

oe.jpg

Erika Anne Hayfield

Dekanur, Ph.d., lektari í samfelagsvísindum

Fróðskaparsetur Føroya

oe.jpg

Esther Dahl

HR og marknaðarføring

Faroeship

oe.jpg

Eyðun Eliasen

Eigari

EYA

oe.jpg

Finn Jensen

Dekanur fyri Hægri nám

Glasir

oe.jpg

Finnur Klein

Deildarleiðari

Norðoya Sparikassi

oe.jpg

Glenn Larsen

Head of Music Export

Faroe Music Export

oe.jpg

Halla Nolsøe Poulsen

Stjóri

NORA

oe.jpg

Ivan Hentze Niclasen

Kringvarp Føroya

oe.jpg

Josef Abrahamsen

Marknaðarleiðari

Damfar

oe.jpg

Jónhild Rasmussen

Kundastjóri

Betri Trygging

oe.jpg

Jórun Gardar

Varastjóri/ráðgevi

Vinnuhúsið

oe.jpg

Levi Hanssen

Brand- og marknaðarleiðari

Hiddenfjord

oe.jpg

Magnus Pauli West

Trivnaðarleiðari

Vágs Kommuna

oe.jpg

Marjun Niclasen

Stjóri

Filmshúsið

oe.jpg

Poula Michelsen

Nevndarforkvinna

Poul Michelsen

oe.jpg

Rebekka Danielsen

HR- og marknaðarleiðari

Effo

oe.jpg

Regin W. Dalsgaard

Stjóri

Tjarnir

oe.jpg

Rúna N. Rasmussen

Marknaðarleiðari & Investor Relations

Føroya Banki

oe.jpg

Rúni Djurhuus

Stjóri

Wenzel

oe.jpg

Sissal Kristiansen

Eigari

Shisa Brand

oe.jpg

Sóley Heradóttir Hammer

Leiðari

Hugskotið

oe.jpg

Sølvi Simonarson

Ráðgevi og samskipari

Vága Kommuna

oe.jpg

Tordis á Rógvi Biskupstø

Stjóri

Visit Torshavn

oe.jpg

Áki Vang Poulsen

Retail - og marknaðarstjóri

Magn

oe.jpg

Ólavur Ellefsen

Stjóri

Flowcore

Her sært tú tey framúrskarandi fólkini, sum sita í dómsnevndini fyri Føroya bestu vørumerki 2024.

bottom of page