top of page
brandr logo skrift FO wht_edited.png
28022025-_DSC4209.jpg
FBV Logo - 1.png

27. februar 2026 verða Føroya bestu vørumerki kosin fyri aðru ferð. Tá heiðra vit fýra framúrskarandi vørumerki, sum hava vunnið eitt heilt serligt pláss í okkara hugaheimi.

Early bird:

Keyp áðrenn 1. desembur og spar 20%

FBV25

FBV25 er ein einastandandi møguleiki at fáa íblástur frá bestu føroysku vørumerkjunum og lærdóm og innlit frá dugnaligum branding serfrøðingum. Harumframt er tað eitt gott høvi til netverkan og hugnaliga samveru við onnur við brennandi áhuga fyri branding og starvsfólkabranding.

 

Á tiltakinum kjósa og heiðra vit Føroya bestu vørumerki í fýra flokkum, spennandi fyrilestrar vera við altjóða og heimligum branding serfrøðingum umframt sofaprát og kjak um branding. Tiltakið endar við einum brandgóðum fimmara – sum eisini kann vera startskotið til eitt hugnaligt kvøld við saman við tínum starvsfelagum.

Tiltakið er ætlað øllum sum fáast við branding, marknaðarføring, sølu, kundatænastu, vørumenning, HR, starvsfólkabranding, leiðslu og menning av fyritøkum og vørumerkjum sum heild.  

28022025-_DSC4474.jpg

Fyrilestur

Frá kundum til fjepparar
- branding í fótbóltsheiminum

MIKLADAL_Meinhard_Profile_2.jpg

Meinhard Mikladal, Chelsea FC

Ítróttin og fótbóltsheimurin hava eina savningarmegi, sum flestu vørumerki bara kunnu droyma um: Trúgv viðhaldsfólk, sum við hjartanum fylgja sínum felag í viðgangi og mótgangi. Men heimurin broytist skjótt. Við nýggjum ættarliðum og tøkniligum broytingum broytast krøvini frá fjepparum. Ítróttarfeløg, eins og onnur vørumerki, mugu finna nýggjar hættir at halda seg viðkomandi.

 

Í fyrilestrinum varpar Meinhard Mikladal ljós á, hvussu ítrótt, mentan og snið renna saman og skapa nýggj vørumerkjarák. Hann gevur innlit í leiklutin hjá sniðgeving innan ítróttarbranding og hvussu emotionella tilknýtið verður lyft upp á hægsta stig.


Hetta gevur eisini íblástur til føroyskar fyritøkur og vørumerki til, hvussu man kann byggja sterkar felagsskapir og tilknýti til sínar kundar, sum røkkur langt út um sjálva vøruna ella tænastuna. 

Ein inspirerandi ferð gjøgnum branding, design og ítrótt, har brandið veruliga skorar.

Meinhard Mikladal er Creative Lead Sponsorship hjá Chelsea FC og hevur drúgvar royndir við at byggja samleikar og lýsingaátøk í ítróttarheiminum. Síðani hann byrjaði sum sniðgevi hjá The Football Association á Wembley Stadium í 2010, hevur hann arbeitt við nøkrum av størstu nøvnunum innan altjóða ítrótt: FIFA, UEFA, IOC, Chelsea FC, Manchester City, Arsenal FC, FC Basel, Schalke 04, West Ham, LTA, The Open og Laureus World Sports Awards – fyri bara at nevna nøkur.

Fyrilestur

Kann tað mátast, kann tað stýrast – kenn virðið á tínum vørumerki

Þorlákur Karlsson.jpg

Dr. Thorlakur Karlsson, Brandr Iceland

Í vinnulívinum er tað ein sannroynd, at tað, sum ikki kann mátast, kann heldur ikki stýrast – og tað er eisini galdandi fyri títt vørumerki.


Í hesi tankavekjandi framløguni avdúkar Thorlakur Karlsson frá brandr Iceland, hví tað er eins týdningarmikið at skilja veruliga virðið á tínum vørumerki sum at skilja fíggjarligu úrslitini. Hann greiðir frá Brandr Vísitalinum, eitt sterkt amboð til at máta, hvussu kundar og brúkarar veruliga fata títt vørumerki, og hann lýsir, hvussu hesi innlit kunnu skapa eina betri strategi og betri úrslit.


Síðani vendir Thorlakur sjóneykuna inneftir við Brandr Starvsfólkavísitalinum og vísir, hvussu vørumerkjasamleikin millum starvsfólk ávirkar mentan, trúskap og – ikki minst – rekruttering. Eitt sterkt starvsfólkabrand dregur tey bestu starvsfólkini til sín, eitt veikt styggir tey burtur.


Dr. Thorlakur Karlsson er granskari hjá Brandr Iceland. Við Ph.D. í sálarfrøði og hagfrøði hevur hann fleiri áratíggju av royndum innan marknaðarføring, branding og HR ráðgeving. Thorlakur hevur eisini verið lektari á bæði Háskóla Íslands og Háskólinn í Reykjavík. Hansara arbeiði knýtir saman dátur og innlit og hjálpir fyritøkum at skilja, hvussu fólk hugsa, kenna og knýta seg at vørumerkjum, bæði innan- og uttanífrá.

Fyrilestur

Frá lokalum veitara til leiðandi vørumerki 
- hvussu Blue Car Rental yvirhálaði marknaðin

Þorsteinn Press mynd 2.jpg

Þorsteinn Þorsteinsson, Blue Car Rental

Tað er alt ov vanligt bara at vera enn ein veitari á einum kappingarmerktum marknaði. Tí valdi Þorsteinn Þorsteinsson at fara aðrar leiðir við Blue Car Rental. Í síni framløgu gevur Þorsteinn okkum innlít í, hvussu  Blue Car Rental mentist frá at "bara" vera ein lokalur leikari til at gerast eitt leiðandi vørumerki á íslendska bilaleigumarknaðinum.


Fyrilesturin lýsir strategiina handan menningina av einum sterkum vørumerkjasamleika, at varðveita ein sterkan samanhang og at fremja burðardyggan vøkstur, uttan at vera bundin at einum dýrkandi søluliði av endurseljarum. Eitt hugskot, ið gjørdist til eina visjón, ið gjørdist til eina strategi, ið var framd við einum álítandi og trúverdigum vørumerki.

Þorsteinn Þorsteinsson er partaeigari og stjóri í Blue Car Rental síðani 2014.
Hann hevur MBA-prógv í vinnubúskapi frá Háskólanum í Reykjavík og tíggju ára royndir í at menna fyritøkur og byggja álítandi vørumerki. Hann er eisini íleggjari og partaeigari í fleiri fyritøkum innan KT, ferðavinnu o.a.

Early bird:

Keyp áðrenn 1. desembur og spar 20%

Sofaprát

Spennandi og royndir serfrøðingar innan branding og starvsfólkabranding fara at siga frá sínum royndum og kjakast eitt nú um samanhangin millum branding og starvsfólkabranding og aðrar spennandi spurningar.  Lagt verður upp til gott kjak og viðmerkingar frá áhoyrarum. 

28022025-_DSC4347.jpg
hilton FO.png

Skál fyri Føroya bestu vørumerkjum!

Vikuskiftið byrjar við einum festligum fimmara á Hilton Garden Inn. So kunnu vit enda dagin í hugnaligari samveru og tey, sum ynskja meira ella hava okkurt at feira, kunnu halda áfram saman við sínum starvsfeløgum.

​Lat bilin standa
Ókeypis bussur koyrir oman á Hilton, har vit bjóða eitt glas við onkrum góðum at skála við!

​Sertilboð til tey festligu

Matstovan hevur leskilig sertilboð til allar FBV25 gestir, sum ynskja eitt festligt kvøld. Meiri kunning kemur ...

Early bird:

Keyp áðrenn 1. desembur og spar 20%

brandr.is_forsidubanner-scaled.gif

Viðurkenningar verða latnar í fýra flokkum

4.

Starvsfólkabrand


Almenn ella privat arbeiðspláss við 10 ella fleiri starvsfólkum.

3.

Einstaklingamarknaður

Starvsfólk 25+

Allar fyritøkur við 25 ella fleiri starvsfólkum, sum selja privatbrúkarum vørur og tænastur.

2.

Einstaklingamarknaður

Starvsfólk -24

Allar fyritøkur við 24 ella færri starvsfólkum, sum selja privatbrúkarum vørur og tænastur.

1.

Fyritøkumarknaður 

Allar fyritøkur, sum selja øðrum fyritøkum vørur og tænastur.

Dómsnevndin fyri FBV25

Her sært tú tey framúrskarandi fólkini, sum sita í dómsnevndini fyri Føroya bestu vørumerki 2025, sum hevur til uppgávu at velja út og tilnevna Føroya sterkastu vørumerki og starvsfólkabrand.

Alexandra á Dul

Alexandra á Dul

Stjóri

Klaksvíkar sjúkrahús

Arnfinnur Gudjónsson

Arnfinnur Gudjónsson

Íløguleiðari / CIO

LÍV

Beinta Joensen

Beinta Joensen

Produkt & Marknaðarleiðari

62N

Bergur Thomsen

Bergur Thomsen

Stjóri

Sensen Travel

Brynhild Absalonsen

Brynhild Absalonsen

Marknaðarleiðari

FSF

Bára Gásadal

Bára Gásadal

Starvsfólkastjóri

Føroya Tele

Bára á Lag

Bára á Lag

Marknaðar- og HR leiðari

Posta

Durita Hansen

Durita Hansen

Samskifti

Talgildu Føroyar

Dánjal Samuelsen

Dánjal Samuelsen

Samferðsluleiðari

Strandferðslan

Eiler Fagraklett

Eiler Fagraklett

Marknaðarleiðari

Poul Hansen

Elsa Johanna Høgenni

Elsa Johanna Høgenni

Starvsfólkaleiðari

Tórshavnar kommuna

Erla Rajani Ziskasen

Erla Rajani Ziskasen

Fotograf / Undirvísari

SoMið

Esther Dahl

Esther Dahl

HR og marknaðarføring

Faroe Ship

Guðrið Højgaard

Guðrið Højgaard

Stjóri

Visit Faroe Islands

Halla Nolsøe Poulsen

Halla Nolsøe Poulsen

Stjóri

NORA

Halla Skylv Midjord

Halla Skylv Midjord

HR, menning og samskifti

Glasir

Heidi Jógvansdóttir

Heidi Jógvansdóttir

HR leiðari

Vága Floghavn

Henny á Líknargøtu

Henny á Líknargøtu

Travel Director

Smyril Line

Heri Kjærbo

Heri Kjærbo

HR leiðari

Articon

Hjørdis í Dávastovu

Hjørdis í Dávastovu

HR leiðari

Smyril Line

Inna Sigvardsen

Inna Sigvardsen

HR leiðari

Almannaverkið

Johanna á Bergi

Johanna á Bergi

Stjóri

Atlantic Airways

Jákup Brúsá

Jákup Brúsá

Aðalskrivari

Kirkjuliga Heimamissiónin

Karla Egholm

Karla Egholm

HR & Marknaðarleiðari

Balslev

Kristina Djurhuus Zangenberg

Kristina Djurhuus Zangenberg

HR leiðari

Gist og Vist

Levi Hanssen

Levi Hanssen

Brand- og marknaðarleiðari

Hiddenfjord

Magnus Pauli West

Magnus Pauli West

Trivnaðarleiðari

Vágs Kommuna

Meinhard Mikladal

Meinhard Mikladal

Creative Lead

Chelsea FC

Petur Hansen

Petur Hansen

Sniðgevi

thePetur

Pætur Trónd

Pætur Trónd

Stjóri

Hotel Hafnia

Rasmus Nolsøe

Rasmus Nolsøe

Starvsráðgevi

ALS

Regin W. Dalsgaard

Regin W. Dalsgaard

Stjóri

Tjarnir

Richard Mortensen

Richard Mortensen

Sølu- og innkeypsleiðari

MEST

Rógvi Róin

Rógvi Róin

Stjóri

Petur Larsen

Rúna N. Rasmussen

Rúna N. Rasmussen

Marknaðarleiðari & Investor Relations

Føroya Banki

Rúni Joensen

Rúni Joensen

Marknaðarleiðari

MBM

Sigrun Jónsveinsdóttir

Sigrun Jónsveinsdóttir

Stjóri

Íverksetarahúsið

Sophus E. Dal Christiansen

Sophus E. Dal Christiansen

Sølustjóri

Arctic Import

Sæunn L Nolsøe

Sæunn L Nolsøe

Kommunustjóri

Runavíkar kommuna

Sóley Heradóttir Hammer

Sóley Heradóttir Hammer

Leiðari

Hugskotið

Tóki Ellefsen á Brúgv

Tóki Ellefsen á Brúgv

Privatkundastjóri

Nema

Áki Leitisstein Hansen

Áki Leitisstein Hansen

Samskiftisráðgevi

Vinnuhúsið

Áki Vang Poulsen

Áki Vang Poulsen

Retail - og marknaðarstjóri

Magn

Ólavur Ellefsen

Ólavur Ellefsen

Stjóri

Flowcore

bottom of page