top of page
brandr logo skrift FO wht_edited.png

Hvat er eitt sterkt persónligt vørumerki?

Eitt sterkt persónligt vørumerki er ein persónur, sum hevur ein greiðan og týðiligan samleika, og sum við síni framferð, sínum virðum og sínum úrslitum skapar álit og ávirkan. Viðkomandi er ektaður, støðugur og hevur megnað at gera seg sjónligan á ein hátt, sum hevur týdning fyri onnur. Eitt sterkt persónligt vørumerki snýr seg ikki bara um at vera kendur, men um veruliga virðisskapan og jaliga ávirkan í samfelagnum.

Talan kann vera um persónar innan vinnulív og leiðslu, politikk, ítrótt, mentan og list, miðlar og samskifti, nýskapan og tøkni, gransking og útbúgving – ella aðrar bransjur, har einstaklingurin hevur bygt upp ein greiðan, trúverdan og ávirkandi samleika.

Eitt sterkt persónligt vørumerki hevur ein greiðan og týðuligan samleika. Tað er lætt at skilja, hvat persónurin stendur fyri, og virðini síggjast aftur í bæði samskifti og gerðum.

Tað er álítandi og støðugt yvir tíð. Orð og gerðir samsvara, og persónurin hevur bygt upp trúvirði gjøgnum sína framferð og síni úrslit.

Tað er ektað. Persónurin hevur eina egna rødd og ein persónleika, sum skapar samband og virðing.

 

Tað hevur veruliga ávirkan. Sjónligheit einsamøll er ikki nokk – spurningurin er, um persónurin hevur flutt nakað og gjørt mun innan sítt øki ella í samfelagnum.

Tað skapar virði. Eitt sterkt persónligt vørumerki gevur íblástur, stuðlar øðrum og er við til at menna og styrkja um ímyndina av Føroyum.

Vel tann persónin ella kom við tínum uppskoti sum best sameinir hesi viðurskifti í einari trúverdigari og sannførandi heild.

Vel ein av hesum ella kom við tínum egna uppskoti
Eivør
Poul Andrias Ziska (paz)
Sjúrður Skaale
Marius DC
Rúni Djurhuus
Sissal Johanna Norðberg
Tróndur Vatnhamar
Elisa Vang
TÍTT UPPSKOT
bottom of page